Í dag kom eldur í eina gamla trækirkju í Finnlandi, meðan fólk vóru samankomin til jólagudstænastu.
Finska stórávísin, Iltalehti, skrivar, at illgruni er um, at eldurin møguliga er ásettur. Kirkjan, sum er frá 1881, brendi í grund.
Fleiri vitni siga, at kirkjudyrnar vóru stongdar á tann hátt, at hurðin var bundin uttanífrá - helst fyri at gera tað trupult hjá kirkjufólkinum at sleppa út.
Kanningarleiðarin hjá løgregluni, Mika Salminen, sigur, at togini, sum úthurðin var bundin við, vóru tjúkk sum ein fingur.
Men, hóast kirkjudyrnar vóru bundnar uttanífrá, sluppu øll kirkjufólkini, sum vóru 30 í tali, út úr brennandi kirkjuni á lívi.










