Finnland fer aftur at brúka AstraZeneca

Finnland hevur havt ein steðg í nýtsluni av AstraZeneca, men fer nú aftur at brúka koppingarevnið í stríðnum móti koronu.

 

Í seinastuni hevur nógv verið at lisið og hoyrt um covid-19 koppingarevnið hjá AstraZeneca, tí illgruni er um, at álvarslig hjáárin hava staðist av koppingarevninum.

Í kjalarvørrinum av hesum eru fleiri lond fyribils givin at koppseta við hesum heilivági, og millum londini eru eisini fleiri í okkara parti av heiminum.

Tilburðir hava verið við eitt nú blóðtøppum og bløðingum, og bæði í Danmark og Noregi eru nøkur fólk deyð eftir at hava fingið koppseting við AstraZeneca.

Heilivágsstovnurin undir ST hevur tó mælt til, at londini aftur fara at brúka koppingarevnið, tí tey meta tað ikki vera prógvað, at heilivágurin er orsøkin til teir tilburðir sum hava verið. 

Enn hevur tó ikki nógv verið at frætt um, at lond hava broytt sínar avgerðir um at hava ein steðg.

Í dag boðar Finnland tó frá, at landið frá og við 29. mars aftur fer at bjóða AstraZeneca koppingarevnið til øll, sum eru 65 ár og eldri.

Finnland hevur eisini havt ein steðg í nýtsluni av hesum koppingarevni, men fer nú aftur at brúka AstraZeneca í stríðnum móti koronu-farsóttini.