Finnland fór til høgru

Sum væntað fekk tann høgrasinnaði flokkurin Sannfinländerna eitt gott úrslit á ríkisdagsvalinum í Finnlandi í dag. Flokkurin fekk 19 prosent av atkvøðunum og næstan fimm ferðir so nógvar atkvøður sum á valinum í 2007.

Savningarflokkurin er tann størsti við 20,4 prosentum av atkvøðunum, og næststørstur er Sosialdemokratarnir við 19,1 prosenti. Miðflokkurin, sum hevur átt forsætisráðharran tey seinastu fýra árini, misti veljarar og fekk 15,8 prosent av atkvøðunum.

Eygleiðarar í Finnlandi vænta, at Miðflokkurin, Sosialdemokratarnir og Sannfinländerna fara at skipa samgongu.