Finnland fær kvinnu sum stjórnarleiðara

Finska tjóðartingið hevur við stórum meiriluta góðkent Mari Kiviniemi sum nýggjan forsætisráðharra, og hetta er fyrstu ferð, at Finnland hevur eina kvinnu sum stjórnarleiðara.

Tann 41 ára gamla Mari Kiviniemi er formaður í Miðflokkinum, sum er høvuðsflokkur í finsku samgonguni, sum er sett saman av fýra flokkum. Hon hevur verið í finska tjóðartinginum síðani 1995 og hevur tey seinastu árini verið ráðharri í kommunumálum.

Mari Kiviniemi tekur við forsætisráðharrastarvinum eftir tann 54 ára gamla Matti Vanhanen, sum fór frá fyri einari viku síðani.