Norðurlond skulu ikki finna seg í, at bretskir myndugleikar hava nýtt eina anti-yvirgangslóg ímóti einum norðurlendskum banka, sigur Kári P. Højgaard Kári P. Højgaard segði hetta á fundi í Útnorðurráðnum í dag.
Á einum lista hjá bretsku myndugleikunum stendur nú ein íslendskur banki undir liðini á Al Quaida, Taleban, Iran og Norðurkorea, og tað eiga norðurlond ikki at lata sær lynda, segði Kári P. Højgaard.
Hann heldur, at norðurlond hava eina drúgva siðvenju at loysa ósemjur og stríðsmál við onnur lond við samráðingum ? ella í ringasta føri við rættarmálum.
Kári P. Højgaard mælti eisini Norðurlondum til at hjálpa Íslandi á føtur aftur fíggjarliga.