Sambært donsku veðurstovuni, Danmarks Meteorologiske Institut, verður einki serligt veður á nýggjárinum.
Um alt landið verður strúkur í vindi og upp í skrið, ella úr 10 og upp móti 21 metrum um sekundi.
Veðurstovan sigur eisini frá regni út á seinnapartin, umframt at tað verður heldur skýggjað. Tó verður lýtt í veðrinum, og hitalagið kemur at liggja millum sjey og tíggu stig.
Tað verða nógv regnæl móti midnátt, men vindurin minkar niður í stívt andøvsgul, ella heilt niður í átta metrar um sekundi, av suðri og útsynningi. Í støðum verður tó upp í skrið, ella millum 17 og 21 metrar um sekundi.










