Finnið semjur um íløgurnar

Í gjár fór løgtingið undir næsta stóra orðaskiftið í fimm dagar. Tað tók tveir dagar at fáa orðaskiftið um Hvítubók og fullveldið frá hondini, og hóast tað at enda var nógv kegl og tingmenn fóru í smálutir, sum einki høvdu við sjálvt málið at gera, so var tyngd í tí, sum flestu framsøgumenninir og flestu landsstýrismenninir høvdu at siga.

Í hesi vikuni er fíggjarlógin á dagsskránni. Tá plagar hugurin at taka orðið at vera stórur, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini at verða hesa ferð. Flokkarnir profilera seg, og tingmenn nýta høvið at profilera seg sum umboð fyri tey sjey valdømini. Soleiðis eigur tað at vera.


Fíggjarlógaruppskotini í níti árunum hava verið ólík. Fyrstu árini var undirskotið stórt. Nú er yvirskotið størri, enn tað nakrantíð hevur verið. Gongdin hevur ikki verið serliga nógv ávirkað av, hvørjir flokkar hava sitið í samgongu, men heldur av, hvussu gongdin í samfelagnum hevur verið. Tað vil fyrst og fremst siga, hvat danir hava skula havt í rentum og avdrøgum, hvat rentustøðið hevur verið, hvussu góður fiskiskapurin hevur verið, og hvussu fiskaprísirnir hava verið.


Sjálvandi vilja tað altíð vera nuansir í, hvussu ymisku flokkarnir halda, at raksturin av samfelagnum skal vera skrúvaður saman. Onkrir vilja hava íløgustuðul til fiskivinnuna, og tað vilja aðrir ikki hoyra talan um. Onkrir vilja styrkja samhaldsfasta, og tað vilja aðrir ikki hoyra talan um. Hetta eru hugsjónarligir spurningar, sum tað ongantíð verður semja um, og hvønn veg gongdin í útreiðslunum fer at bera, fer altíð at valdast um, hvørjir flokkar sita í samgongu.


Stóri trupulleikin í sambandi við fíggjarlógina hevur síðani kreppuárini verið íløguparturin. Tað er nógv, sum av ymsu pørtunum í samfelagnum verður hildið at vera bráðneyðugt at gera, men ráðini eru ikki til at gera alt í senn. Tað eru allir partar greiðir yvir.


Orðaskiftið um Hvítubók og fullveldisætlanina bendi á, at tað er møguleiki fyri einari breiðari semju, sum fer at binda ein stóran part av løgtinginum í nógv ár fram í tíðina.


Okkara uppskot í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina er, at stórur dentur fer at verða lagdur á at finna breiðar semjur um íløgurnar. Tað vil siga bæði um, hvørjar íløgur skulu gerast, og í hvørjari røð, tær skulu gerast. Um hetta hevði eydnast, so hevði nógv verið vunnið. Tryggleikin í politiska lívinum, í fyrisitingini, í vinnuni, í ymsu økjunum í landinum og harvið í lívinum hjá einstaka borgaranum hevði verið nógv størri, og hetta er nakað, sum allir partar siga seg vilja.


Tað hevði tænt politisku skipanini til miklan sóma, um tað hevði eydnast at fingið breiðar semjur í lag um almennu íløgurnar. Skal tað eydnast, so skulu allir geva seg. Minnist til tað.