Finngerð er ættað úr Hvalba, dóttir Jacobinu og D. J. Sørensen.
Finngerð er gift við Jóannes Hansen, ættaður úr Hornabø, og eiga tey børnini Jan, Høgna og Anniku.
Finngerð er arbeiðssom, blíð og fyrikomandi, og mangar stuttligar løtur hava vit havt í hugnaliga heimi teirra í Tórugøtu.
Føðingardagin verður hon stødd hjá soninum Høgna, ið er giftur við Maju, og búgva tey á Amager.
Vit í bindiklubbanum ynskja Finngerð hjartaliga tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini.