Finnbogi tordi at taka avgerðir

 Finnbogi hevði orðið í sínari makt og dugdi væl at føra fram síni sjónarmið. Hann var lágmæltur, men tá ið hann tosaði, so lurtaðu fólk, sigur løgmaður um Finnboga Ísakson

 Eg kendi Finnboga væl frá tí politiska umhvørvinum. Vit sótu í løgtinginum saman, og eg fekk eisini høvi at sita í landsstýrinum saman við honum. Finnbogi var ein sera gløggur politikari, og eitt aktuelt dømi um hansara avrik er Smyril. Hann var fyri 30 árum síðani við til at skapa tað stóra frambrot at fáa Smyril til landið, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
 Tað, sum eyðmerkti Finnboga sum politikara, var, at hann var so ógvuliga greiður við sínum sjónarmiðum. Hann var sakligur og hevði eisini evnini at viðgera uppskot frá politiskum mótstøðumonnum. Hann tók tað til sín, sum aðrir komu við.
 Finnbogi var eitt oratoriskt begávilsi. Hann hevði orðið í sínari makt og dugdi væl at føra fram síni sjónarmið. Hann var lágmæltur, men tá ið hann tosaði, so lurtaðu fólk. Hann hevði eisini ein góðan penn, og tað vísa hansara bókligu avrik.

Framúr eygleiðari
Løgmaður heldur eisini nógv av avrikunum hjá Finnboga Ísakson sum viðmerkjari.
 Seinnu árini hevur Finnbogi verið eina framúr góður eygleiðari og viðmerkjari, og hann hevur givið kjakinum nógv. Hann hevur dugað at lyft seg upp frá og sæð tingini yvirornað, og vit koma at sakna hann sum viðmerkjara.
 Finnbogi hevði drivi at taka avgerðir og gjøgnumføra tær. Til dømis framdi hann sum løgtingsformaður ein reform í tinginum, og hóast øll ikki vóru so fegin um hetta, so tordi hann taka avgerðir og standa fast.
 Finnbogi var eisini ein trúgvur vinmaður hjá mær, hann var lættur í lyndi, og tað lá honum altíð frammarliga at hava okkurt skemtiligt at siga, sigur Jóannes Eidesgaard.