Finnbogi tegir málið burtur

Hans Jensen, sum fyrr í ár tók stig til at savna inn undirskriftir móti ætlanini um nýggja løgtingshúsið, heldur, at løgtingsformaðurin als ikki gevur sær far um mongu mótmælini

Fyrr í ár handaði Hans Jensen løgtingsformanninum, Finnboga Ísaksyni, hálvt sjeynda túsund undirskirftir, ið mótmæltu ætlanini um at taka verandi løgtingshús niður og byggja nýtt í staðin.

Tá undirskriftirnar vórðu handaðar svaraði løgtingsformaðurin, at útsøla í handlunum í Havn, har mótmælisskrivini høvdu ligið, hevði gjørt, at so nógv fólk høvdu skrivað undir.

Hetta heldur Hans Jensen vera góða ábending um, at løgtingsformaðurin als ikki tekur mótmælini í álvara, og sigur hann, at Finnbogi Ísakson hevur roynt at tagt málið burt.


Virðir ikki borgararnar

? Eg haldi ikki, at Finnbogi Ísakson virðir borgararnar í Havn, tá hann ikki gevur 6.500 undirskriftum frá býarinnar borgarum gætur. Talan er um so mikið nógvar undirskriftir, at løgtingsformaðurin átti at tikið tær í størsta álvara.

Hanus Jensen vísir á, at mótmælisskrivini bert hava ligið í handlum í Havn í nakrar fáar dagar, og tí heldur hann 6.500 undirskriftir vera ógvuliga nógv. Hann heldur, at um undirskriftirnar vórðu savnaðar kring alt landið, hevði talið verið fleiri ferðir so stórt. Og uppaftur størri kundi tað verið, um gingið varð hurð til hurð við mótmælisskrivinum.

? Løgtingsformaðurin vanvirðir sjónarmið borgarana, tá hann ikki tekur mótmælini móti løgtingshúsinum í álvara, sigur hann.


Býarmynd

? Tinghúsið er ein býarmynd. Tú sært tað í øllum ferðavinnufaldarum, ið viðgera Havnina, tú sært tað á postkortum og tú sært tað á flestu myndum av Havnini. Tinghúsið hoyrir rætt og slætt til Vaglið, sum flestu okkara savnast saman á á ólavsøku. Hetta tinghúsið hevur gamalt føroyskt snið, og tí prýir tað um á Vaglinum. Uppskotið um nýggja tinghúsið líkist rætt og slætt einum breyðristara.

Hanus Jensen er avgjørdur, tá hann tosar um tinghúsið. Men hann leggur dent á, at hann als ikki er ímóti, at tingfólk fáa betri arbeiðsumstøður.

? Sjálvsagt skulu tingfólk hava betri arbeiðsumstøður. Men fyri at hetta skal bera til, er ikki neyðugt at byggja nýtt tinghús. Tingfólk kunnu fáa skrivstovur í telefonbygninginum við síðuna av, eins og ætlað. Men neyðugt er ikki at byggja bygningarnar saman til ein stóran bygning.

Hanus Jensen vísir á, at teinurin millum tinghúsið og telefonbygningin er so mikið stuttur, at væl kann bera til at ganga millum bygningarnar. Men hann skilir væl, at tað ikki ber til hjá tingfólki at ganga og renna millum løgtingsskrivstovuna í Erling Jalsgøtu, gamla apotek og løgtingshúsið.

? Eg veit ikki, hvat meira vit kunnu gera, fyri at vísa tingformanninum á okkara ónøgd við ætlanini um nýtt tinghús, men eg vóni, at hann fer at skilja, at tað ikki er neyðugt við einum veldugum tinghúsi í Føroyum, sigur Hanus Jensen at enda.