Fyrrverandi bæði ting- og landsstýrismaður og formaður í tjóveldisflokkinum Finnbogi Ìsakson hevur í bløðunum eina viðmerking til býráðsvalið og tað rumbul, ið hevur verið við at fáa skipað eina samgongu í Tórshavnar Kommunu.
Finnbogi skrivar: »Tað er ein harrans lætti, at høvuðsstaðurin nú fær eina nýggja býráðsamgongu og ein nýggjan borgarstjóra«. Víðari sigur hann: »Samgongan sum hevur rátt tey seinastu fýra árini, mann hava verið tann vánaligsta í eini 40 ár«.
Men Finnbogi leggur afturat, at nýggi borgarstjórin Heðin Mortensen, er eitt fund fyri komandi býráð.
Høvuðsgrundgevingin yvir harða dómin av sitandi samgongu, eru tær óteljandi byggigølurnar, sum hava verið. Tað tykir mær eitt sindur løgi, at Harra Ísakson kann koma til ta niðurstøðuna. Heldur átti Finnbogi at nevt hvørjar hesar mongu byggigølur eru, og somuleiðis veit Finnbogi, at sjálvur Heðin Mortensen, hevur sitið sum formaður í nevndini - ja, á hægstu rók - tá tað umræður bygging í býnum. So niðurstøðan hjá Finnboga má skiljast soleiðis: at Heðin, sum høvuðsmaður aftanfyri byggigølurnar, er sera væl skikkaður sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum.
Sjálvsagt kann fyrrverandi løgtingsformaðurin hava eina meining um, hvussu kommunan hevur verið rikin, men tað tykir mær, at Finnbogi við síni avgjørdu meining í allstóran mun, bert hugsar um seg sjálvan.
? Tað at vit loystu barnaansingartørvin, sýnist Ísakson ikki at vekta nógv, ivaleyst, tí hann sjálvur ikki hevur tørv á hesi tænastu.
? At vit av øllum alvi hava roynt at gera tað møguligt hjá fólki at fáa egnan bústað, hevur helur ikki hansara áhuga. Ísakson hevur jú stór og góð hús við útsýni yvir allan býin.
? Tað at ferðsla og parkering í býnum hevur verið sett frammaliga, fær somu virðing frá fyrrverandi løgtingsformanninum, allarhelst tí hann hevur ikki koyrikort.
?Finnbogi er ikki gamal maður, og vónandi er heilsan góð, tí heim til minnisveik og gomul eru ikki sett frammaliga í hansara huga.
Finnbogi Ísakson skrivar eisini: »Tí hvør skuldi kent seg bundnan av einari avtalu við so komiskum innihaldi sum henni millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin? Í hvussu so er ongin royndur politikari við respekt fyri sær sjálvum«.
Haldi, at Finnbogi við at rósa Heðini Mortensen, tá hesin leypur frá skrivligum avtalum, sigur ikki so lítið um seg sjálvan, og kanska tjóveldisflokkin. Øll kenna vit rumblið, ið er í Tjóðveldisflokkinum, har tinglimur ikki virðir sína egnu undirskrift. Men hví skal hann tað? Fyrrverandi floksformaðurin Finnbogi Ísakson sigur jú beinleiðis, at ein royndur politikari við respekt fyri sær sjálvum, heldur ikki avtalur.
Vónandi hevur Høgni Hoydal hægri moral enn undanmaður hansara.