Barnaárini vóru traðkað á Tvøroyri, og saman við øllum tí ein drongur av bygd gjørdi, var áhugin fyri tónleiki eisini til steðgar, og ikki minst at gloyma tvey ting, sum Finnbogi gekk nógv uppí, spældi til dans í nøkur ár saman við Óla Jákup Lindberg, Rudolf Niclasen sála, og fleiri øðrum, og skótaarbeiði, hetta vóru dagar sum vit framvegis gleðast um.
Finnbogi tók realprógv í Tvøroyrar skúla, og eftir lokna skúlatíð varð farið til Íslands at arbeiða og seinni varð farið til skips eisini.
Í seinnu helvt av trússinim fór Finnbogi út at sigla sum stýrimansnæmingur hjá Maersk.
Í 1970 var farið á stýrimans- og skipsføraraskúla í Havn, og í 1972 var so aftur fari í útisigling.
Í 1973 kom hann so at sigla við tí fyrsta bingjuskipinum hjá Maersk Svendborg Mærsk, og var við í allari mennigini av bingjuskipum hjá reiðarínum, men familjan og børn drógu heim, og í 1979 fekk hann so starv hjá Statens Luftfartsvæsen sum leiðari av Vága Floghavn, og rekur hann hetta starv framvegis, eisini eftir at flogvøllurin er blivin føroyskur, og kann eg ímynda mær, at hann er spentur um at fara ígongd við tær útbyggingar, sum nú liggja fyri framman á Vága Floghavn.
Undir útbúgving í Havn fann Finnbogi so konu úr Nólsoy, Edna dóttir Jákup og Gunhild Joensen, tey eiga trý børn og seks abba og ommubørn sum tey eru ógvuliga glað fyri.
Edna og Finnbogi hava stóran áhuga í urtagørðum og at dyrka grønmeti, og er urtagarðurin hjá teimum eitt satt prýði.
Nú eftir at hava búleikast í nærum 30 ár í Sørvági, kann mann gott siga at hann er Sørvingur, kanska ikki heilt tí at suðuroygarmáli hevur hann ikki gloymt.
Finnbogi er virkin í fleiri felagsskapum, stovnaði saman við øðrum Lions Club Vágar – dansifelagið Upp á tá og dámar honum væl fótbólt serliga tá ið SÍ spælir.
Góði vinmaður, vónandi fær tú ein góðan dag, eg hoyri at tú er burturstaddur føðingardagin, men ætlar at halda dagin seinni.
Heilsan
Ein vinmaður