Finnbogi Ísakson er farin. Hann var 62 ára gamalur, nú hann legði árarnar inn, eftir at hann seinastu tíðina hevur stríðst við herviliga sjúku. Finnbogi var giftur við Ásu Justinussen, sum hevur verið honum ógvuliga hollur stuðul. Tað hevur hon verið í øllum tí, sum hann hevur tykist við, tað hevur hon verið heima við hús, í familjulívinum, og nú hann skjótt viknaði, var konan um hann alla tíðina.
Úr øllum politiskum herðashornum verður Finnbogi umrøddur sum ein tann við størsta politiska handalagnum í landinum seinastu lítlu hálvu øldina.
Finnbogi varð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoya valdømi í 1966. Tá var hann 23 ára gamalur, og onkuntíð plagdi hann sjálvur at taka eitt sindur í spølni til, at hann var fyrsti føroyski politikarin, sum kendi ágóðan av at vera ein kend rødd frá loftmiðlunum. Tað, sum hann sipaði til, var, at hann var útvarpsmaður, og at tað tískil var lættari hjá honum at nýta henda miðilin, sum var heilt nýggjur, tá ið hann fyrstu ferð bjóðaði seg fram og varð valdur.
Í Løgtinginum varð skjótt lagt til merkis, at nýggi tjóðveldismaðurin í Norðoyum hevði sera gott politiskt tev. Hann var skjótur í tanka og gerð, hann var stinnur í orðaskiftum, og hann hevði sera lætt við at spíska síni sjónarmið og at geva tey til kennar í talu og á pappírinum. Eingin tekur sær tykni av tí, tá ið tað verður sagt, at hann var ein tann besti og mest avhildni debatørurin øll árini, meðan hann var í politikki. Tað var tøgn í tingsalinum, tá ið hann hevði orðið, og tað var lisið umaftur og umaftur, tá ið hann setti sinar hugsanir og ætlanir á prent.
Tá ið fyrsta breiða samgongan í føroyskari politiskari søgu varð skipað eftir valið í 1974, var Finnbogi Ísakson ein av arkitektunum. Hann var millum teir fremstu tjóðveldismenninar at samráðast við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, og tað er neyvan ov nógv sagt, at tað vóru Atli Dam, sáli, Jógvan Sundstein og Finnbogi Ísakson, sum vóru teir fremstu í arbeiðnum at fáa samgonguna at hava rætta áralagið og harvið at fáa avrikað setningin.
Setningurin var stórur soleiðis at skilja, at yvirtøkur vórðu framdar - eitt nú Postverkið - umsitingin av tungu vælferðarøkjunum varð framd, og stórar útbygginar vóru gjørdar á samferðsluøkinum.
Finnbogi Ísakson var í fyrra landsstýrinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin landsstýrismaður í eitt nú skúlamálum og samferðslumálum. Hann var ein av forsprákarunum fyri at keypa Smyril og fyri at føroyska uttanlandssiglingin við ferðafólki skuldi takast uppaftur.
Í 1984 tók Finnbogi seg fyribils burturúr politikki. Tá kastaði hann seg av nýggjum yvir tíðindamannastarvið. Hetta hevði hann verið upptikin av síðani skúlatíðina í Klaksvík, tá ið hann var fyrsti blaðstjórin á skúlablaðnum, sum teir nevndu Roðin. Meðan hann gekk í studentaskúla kom hann í sambandi við útvarpið, og har var hann í fyrsta liðnum, sum við stórum íblástri arbeiddi við at menna týdningarmikla miðilin. Í 1974 fór hann saman við javnaldranum, vinmanninum og bygdarmanninum úr Klaksvík, Árna Absalonsen, undir Tíðindablaðið. Hetta var politiskt óheft blað, sum kom út tvær ferðir um vikuna, og sum innihaldsliga breyt slóð í føroyska blaðheiminum.
Tá ið Finnbogi ikki stillaði uppaftur í Norðoyggjum í 1984, fór hann at arbeiða í nýstovnaða sjónvarpinum. Kongstankin hjá honum var, at tað skuldi bera til at gera føroyska tíðindasending, og at tað var burturvið, at føroyingar kvøld um kvøld sótu frammanfyri sjónvarpið og hugdu at gomlum DR TV ávísum.
Í 1988 fór Finnbogi upp í politikk aftur. Hann umboðaði Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy, hann var eitt skifti landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá ið búskaparkreppan og politiska kreppan leikaðu í. Tað segðist, at hann var faðir at uppskotinum um fíggjarognaravgjald, sum ikki var serliga væl móttikið nógva staðni, men sum Finnbogi metti at vera alneyðugt fyri at landskassin skuldi fáa inntøkurnar til vega, ið vóru neyðugar.
Politiska starvið endaði Finnbogi sum formaður í Løgtinginum. Tað var hann undir fullveldislandsstýrinum. Í hesum sessinum arbeiddi hann fyri at betra umstøðurnar fyri tingarbeiðnum. Hann visti væl, at tað fór at fella fleiri fyri bróstið, um lønirnar hjá tingmonnum fóru upp, og um húsaumstøðurnar vórðu betraðar, men hann sá hetta at vera alneyðugt, og hann legði stóra orku í hetta arbeiðið.
Finnbogi var formaður í ritstjórini, sum legði bókarøðina Løgtingið 150 ár til rættis, og eisini í hesum sambandinum, at Ása Justinussen var honum og ritstjórnini sannur stuðul.
Finnbogi hevði listarligar gávur. Longu sum hálvvaksin yrkti hann fitta og snøgga sangin um smádreingin, sum spurdi abban um so mangt, og sum abbin bað fara út at spæla. Ein av lærarunum hjá honum í skúlanum í Klaksvík, Sámal Petersen, sum eisini var tingmaður og landsstýrismaður, setti lag til sangin, sum framvegis verður nógv sungin.
Tað lá væl fyri at yrkja hjá Finnboga. Hann yrkti eitt nú til V4 sendingarnar hjá útvarpinum, og fleiri av hesum yrkingunum komu fyrrapartin av sjeyti árunum út í savninum Rím og reyp.
Seinnapartin av áttati árunum fór hann undir bókarøðina Aftur og fram. Eisini í hesum varð hann dyggiliga stuðlaður av Ásu. Fýra bøkur komu út. Tær eru framúr hentar árbøkur, sum tað framvegis ofta verður kagað í. Á sama hátt er tað við Hendingar í okkara øld 1 og 2, sum hann eisini gav út.
Eitt skifti vísti Finnbogi síni góðu journalistisku evni og sítt stóra arbeiðssemi sum blaðstjóri á 14. september. Viðhvørt var hann at hoyra í Útvarpinum, og mong munnu minnast aftur á framúr áhugaverdu sendingarnar, sum hann hevði úr New York, tá ið hann umboðaði Løgtingið á ST aðalfundinum.
Finnbogi var ættaður úr Brekkuni í Klaksvík. Pápin var Jógvan Isaksen, sum var ættaður úr Leirvík og var skipari. Hann átti Atlantsfarið saman við Kjølbro. Finnbogi var fimm ára gamalur, tá ið pápin doyði. Mamma hansara, Anna, sum var ættað úr Uppistovu á Trøllanesi, keypti og rak Atlantsfarið, sum Poul Hansen í Havn seinni leigaði. Finnbogi var yngstur av børnunum hjá Jógvani og Onnu, og alla sína tíð var hann tætt knýttur at foreldrunum, systkjunum og familjum teirra.
Finnbogi og Ása fingu eina dóttur, Glæma. Hon var tríggjar og ein hálvan mánað, tá hon doyði. Finnbogi eigur tveir dreingir - Jón og Høgni.