FINNBOGI ARGE VIL EINKI SIGA

Fyrrverandi sambandstingmaðurin ikki gera viðmerkingar

SOSIALURIN, Løgtingið: Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa Finnboga Arge, sum er fyrrverandi sambandstingmaður, at siga nakað sum helst í samaband við at løgmaður hevur koyrt Sámal Petur í Grund úr starvi.


Finnbogi Arge hevur fyrr víst sína vantandi virðing fyri arbeiðslagnum hjá løgmanni, men hann vil altso einki siga um, hvørt hann verður ein teirra, sum bjargar samgonguni, ella ikki.