Finnbogi Arge farin í stjórastarv

Um somu tíð sum løgmaður boðaði frá, at hann hevði loyst Finnboga Arge úr landsstýrismannaembætinum, setti aðalfundurin hjá P/F Meinhardt Arge fyrrverandi landsstýrismannin sum nýggjan stjóra

Finnbogi Arge, ið var krútið í landsstýrisbumbuni, sum Annfinn Kallsberg slepti í gjár um at verandi landsstýrismaður í vinnumálum var loystur úr starvi, er longu settur sum stjóri hjá P/F Meinhardt Arge.

Hetta hendi á aðalfundi hjá bilasølufyritøkuni, ið var fyrrapartin í gjár.

Tíðindatænastan hjá in.fo visti hósdagin at siga, at tann tá sitandi stjórin hjá P/F Meinhardt Arge, Tummas Nielsen, skuldi taka við sum stjóri fyri KT-fyritøkuna Vision Software P/F 1. september.

Finnbogi Arge sigur við Sosialin, at hetta er ein av orsøkunum til, at hann brádliga valdi at heita á løgmann um at loysa seg úr embætinum sum landsstýrismaður.

? P/F Meinhardt Arge kom at liggja í stjóraloysi, og vit hava so valt at loysa tað við at eg taki við starvinum. Virkið skal ígjøgnum stórar broytingar nú komandi tíðina, og teimum ynski eg at vera partur av, segði fyrrverandi landsstýrismaðurin, tá vit hittu hann á máli í gjár.


Segði løgmanni frá í juli

Finnbogi Arge fekk boðini frá sitandi stjóranum um at hesin fór í annað starv stutt undan ólavsøku. Síðan varð loysnin á stjóraloysinum stungin út í kortið, og 31. juli heitti Finnbogi Arge so á løgmann um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður.

Hesum ynski gekk løgmaður á møti og boðaði í gjár fjølmiðlunum frá, at Bjarni Djurholm tekur við sum nýggjur landsstýrismaður í Vinnumálum.

Fyri Finnboga Arge, sum nú tekur við tingsessi sínum, hevur tíðin í landsstýrinum verið lærurík.

? Eg haldi at tað ger einki um man skiftir arbeiði av og á. Man hevur ikki gott av at vera sama stað ov leingi ísenn. Tað hevur verið gott fyri meg at vera í landsstýrinum, og eg vænti at eg verði ein betri tingmaður nú, eftir at eg havi verið partur av umsitingarligu prosessini eisini, sigur Finnbogi Arge, fyrrverandi landsstýrismaður og núverandi bilasølustjóri.