Finnbjørn vann stig móti Rógva

Hans Kristian Simonsen sigraði á Martini Poulsen, og harvið er munurin millum tveir teir fremstu eitt hálvt stig

Tað er størri spenningur í FM kappingini í talvi undan sætta umfari, sum verður klokkan 17, enn tað var undan fimta umfari, sum var liðugt fyri løtu síðani. Nú er munurin millum tveir teir fremstu eitt hálvt stig. Í morgun var hann eitt heilt stig.

Rógvi Egilstoft Nielsen, sum undan fimta umfari hevði fulla úrtøku, dystaðist í fimta umfari ímóti Finnbirni Vang, og tað eydnaðist enn einaferð Finnbirni at vísa sannførandi avrik. Úrslitið var remis, og harvið hevur Rógvi Egilstoft Nielsen ikki longur fulla úrtøku. Tá ið Hans Kristian Simonsen rættiliga skjótt vann á Martini Poulsen, tódnaði munurin millum Rógva og Hans Kristian niður í eitt hálvt stig.

Tá ið talan er um dupultumfar ein og sama dag plagar tað ofta at vera friðarligt í fyrra umfarinum. Soleiðis var tað ikki í dag. Burtursæð frá remis talvinum millum Rógva Egilstoft Nielsen og Finnbjørn Vang, so endaðu øll hini við, at tann við svarta fólkinum vann, og í fleiri førum var tað eftir long talv.

Væl upplagdi Hans Kristian Simonsen lumpaði annan rókin frá Martini Poulsen, sum so legði kongin, og sum nú hevur smáar møguleikar í hesi kappingini at vinna FM fyri fimtu ferð. Høgni Egilstoft Nielsen hevur nú fingið ferð á. Í dag vann hann á Andriasi Danielsen við at vera stinnari í longum endaspæli við finnum og einum riddara í part, og tað eydnaðist Ólavi Simonsen við tveimum bispum ímóti bispi og riddara at seta Herluf Hansen skák og mát í maratontalvi.

Nú rinda telvararnir møðina, og longu klokkan 17 sessast teir aftur við borðini í skúlanum við Løgmannabreyt.

 

Støðan eftir fimta umfar

Rógvi Egilstoft Nielsen 4,5 stig

Hans Kristian Simonsen 4 stig

Eyðun Nolsøe 3,5 stig

Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen 3 stig

Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen 2,5 stig

Andrias Danielsen 1 stig

Heiðrikur T. Jacobsen og Herluf Hansen 0,5 stig

 

Sætta umfar klokkan 17 í dag

Høgni Egilstoft Nielsen - Ólavur Simonsen

Hans Kristian Simonsen - Herluf Hansen

Eyðun Nolsøe - Martin Poulsen

Finnbjørn Vang - Heiðrikur T. Jacobsen

Andrias Danielsen - Rógvi Egilstoft Nielsen