Finnbjørn leggur frá sær

Talvsamband Føroya fer at velja nýggjan forseta á eykaaðalfundi, sum verður týskvøldið

Týskvøldið klokkan 19 verður eykaaðalfundur í Talvsambandi Føroya. Á skránni er famløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar, val av nevdnarlimum og val av tiltakslimum og so ymiskt. Tað var á aðalfundinum fyrr í ár, at tað varð avgjørt, at nevndin seinni í ár skuldi kalla inn til eykaaðalfund.

 

Øll nevndin stendur fyri vali, og tað er greitt, at nýggjur formaður ella forseti, sum formaðurin verður nevndur, skal veljast.

 

Finnbjørn Vang í Klaksvík hevur verið formaður nógvu tey seinastu árini. Hann hevur boðað frá, at hann tekur ikki við afturvali. Tveir aðrir nevndarlimir, Ingolf Gaard í Klaksvík og Elmar R. Fjallheim í Havn hava eisini boðað frá, at teir taka ikki við afturvali. Hinir báðir nevndarlimirnir, Katrin D. Apol í Havn og Ingi Wiberg í Miðvági, taka við afturvali.

 

Tað eru 24 ár síðani, at Finnbjørn Vang fyrstu ferð tók við sum forseti í Talvsambandi Føroya. Hann var formaður 1997 – 1999. So legði hann frá sær sum nevndarlimur, men varð valdur aftur í nevndina í 2003, og síðani hevur hann verið í nevndini. Í 2010 avloysti Finnbjørn Jógvan Joensen sum forseti, og síðani hevur Finnbjørn – síðstu 11 árini – verið forseti í Talvsambandi Føroya og 13 ár tilsaman.

 

Tað verður nývalda nevndin, sum fer at gera av, hvør nú skal vera forseti í Talvsambandinum.

 

Eykaaðfundurin verður týskvøldið klokkan 19 í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag í Finsen í Havn.