Finnbjørn er hvalvíkingur, sonur Hildigunn og Petur Zachariasen í Hvalvík.
Hann læs í Danmark frá 1988-93 og er útbúgvin cand. merc. aud. Hann ardeiddi hjá Landsgrannskoðaranum frá 1993- 96.
Síðan 1996 hevur hann arbeitt á grannskoðaravirkinum KPMG í Havn.
Í november 2003 stóð hann royndina sum løggildur grannskoðari (Statsaut. revisor) og verður nú ein av stjórunum í fyritøkuni. Hinir eru Árni Ellefsen, Pauli Ellefsen og Súni Schwartz Jacobsen.
Finnbjørn býr í Hvalvík saman við Nainu Jacobsen, sum ættað úr Saltnesi, tey eiga trý børn.
Føroysk fyritøka
KPMG í Føroyum er ein føroysk fyritøka, ið er limur í altjóða
KPMG-kervinum av ráðgeving- og grannskoðaravirkjum.
KPMG í Føroyum grannskoðar, veitir roknskapartænastu og ráðgevur í skatta- og vinnuviðurskiftum. Felagið arbeiðir m.a. fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolnetnisfeløg, reiðaravirki, peningastovnar, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar.
Hjá KPMG í Føroyum starvast 26 fólk.
Bókstavirnir KPMG standa fyri: Kleynweld, Peat, Marwick og Goerdeler. Hesi nøvn stava frá ristórum altjóða grannskoðaravirkjum í Hálandi, Týsklandi og USA.