Tað ber ivaleyst altíð til at lyfta og lætta og spyrja, um ein sigur á Bosnia-Hersegovina í dag er størsta úrslitið nakrantíð hjá føroyska talvlandsliðnum.
Undir øllum umstøðum heldur føroyski talvbossurin, Finnbjørn Vang, sum er ferðaleiðari og eykamaður í Baku, at 2 ½ - 1 ½ sigurin á Bosnia-Hersegovina í dag er eitt tað besta avrikið, sum føroyska talvlandsliðið nakrantíð hevur avrikað:
-Eg eri málleysur. Tað finnast næstan ikki orð, sum kunnu lýsa avrikið og sigurin í dag. At miðaltalið hjá bosnisku telvarunum er 2495, og tað tað hjá okkara monnum er 2329, sigur sína søgu, sigur Finnbjørn Vang úr Baku, og hann heldur fram:
-Helgi hevur framvegis ikki tapt, og tað eru ikki bara vit føroyingar, men so mong onnur eisini, ið hava lagt til merkis, hvussu stinnur hann er. Sjúrður Thorsteinsson hevur verið sera væl upplagdur her í Baku, og aftur í dag var hann ein sannur brandur. Hann var stílreinur og tryggur, og yvirhøvur var talan um eitt fram úr liðavrik, sigur Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya úr Baku í Aserbadjan.
Umframt at Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, so telvaði John Rødgaard remis, meðan Jóan Hendrik Andreasen tapti.
Eftir átta umfør hava Føroyar tíggju dystarstig. Føroysku telvararnir hava vunnið 18 stig í 32 talvum. Tað er 56,25 prosent. Málið plagar í olympiadunum at vera at røkka 50 prosent í úrtøku.
Níggunda umfar verður í morgin. Seinni í kvøld verður greitt, hvørjum føroyingarnir fara at telva ímóti. Søti sigurin í dag ber ivaleyst við sær, at talan verður um eitt lið, ið er styrkismett væl hægri enn Føroyar eru.