Finnbjørn framvegis fremstur

Í unglingadeildini vóru týskvøldið tríggir stavn um stavn, og tríggir vóru bara hálvt stig aftanfyri teir

Eftir at kappingarnar í almenna bólkinum og í unglingabólkinum týskvøldið vóru komnar í helvt, skaraði í hvørgum bólkinum nakar so mikið framúr, at tað bar til at kjósa nakran upplagdan meistara.
Í kappingini í almenna bólkinum var Finnbjørn Vang framvegis fremstur. Eftir at hann hevði vunnið trý tey fyrstu talvini endaði tað í fjórða umfarinum við remis ímóti Bernhard Augustinussen. Aftanfyri Finnbjørn vóru fýra, sum høvdu eitt hálvt stig minni enn oddamaðurin.
Hjá unglingunum vóru tríggir klaksvíkingar fremvegis fremstir, men nú høvdu teir allir vunnið tríggjar ferðir og eina ferð telvað remis. Í hølunum á teimum ? eitt hálvt stig aftanfyri ? vóru tríggir stavn um stavn.

Almenni bólkurin
Finnbjørn Vang KTF3 1/2 stig
Jákup á R. Andreasen VT3 stig
Bernhard Augustinussen ST3 stig
Jákup D. Joensen HT3 stig
Andrias Ziska HT3 stig

Unglingabólkurin
Rani Baldursson KTF3 1/2 stig
Rúni Dragaberg KTF3 1/2 stig
Ebbe F. Petersen KTF3 1/2 stig
Jóhannus Johannesen VT3 stig
Fribjartur Olsen HT3 stig
Andrass Ortind ST3 stig