Finnbjørn er føddur í 1953 og uppvaksin í Havn. Hann er sonur Alvildu og Hans Egholm. Í 1972 fór Finnbjørn í læru sum elektrikari og varð útlærdur í 1976, eftir tað fór hann út at sigla. 1. juli 1978 fór hann í læru sum fangavørður í Arresthúsinum og varð útlærdur í 1980, og hevur hann arbeitt har síðan tá. Finnbjørn er sera røkin, og eitt av hansara áhugamálum er urtagarðurin, sum hann og konan eru sera áhugaði í. Finnbjørn er giftur við Dagny, sum er ættað av Norðskála, og eiga tey tvær døtur: Ann-Mari og Haldis. Eisini eiga tey tveir deiligar abba- og ommusynir, sum búgva á Strondum.