Finnbjørn Dam 75 ár

Í hesari vikuni, hin 12. juli 2005, fyllir Finnbjørn H. Dam, nú búsitandi á Sandi, 75 ár.
Hann er yngri sonur Hákun Dam, sála, lærara á Sandi í nógv ár og Sofíu Mittún, ættað av Trønni í Havn. Hini systkini eru Vagnur Dam, í nógv ár sveisari á Tórshavnar skipasmiðju og Hildigunn, ið gift var Ottari Jacobsen, lærara og eldri sonur Heðin Brú. Ottar doyði í apríl í ár, 73 ára gamal.
Finnbjørn hevur arbeitt sum skrivstovu- og bankamaður síðani 1948. Hann byrjaði í august 1948 á Føroya Gjaldstovu. Í 1954 fór hann til Londin í banka har og starvaðist í enska høvuðsstaðnum í 8 ár. Heimafturkomin, í 1965, hevur hann m.a. starvast í Føroya Banka, Sjóvinnubankanum, Smyril Line og til endans aftur á Gjaldstovuni, haðan hann fór frá sum pensiónistur í januar 1998.
Í 1974 stovnaði hann saman við konuni, Fanny og øðrum góðum fólki vinafelagið føroyskt-bretskt felag og í 1983 varð eisini bardagasavnið Savnið 1940-1945 sett á stovn. Viðvíkjandi tí seinra kann nevnast, at Ovild Didriksen úr Havn hevur veirð og enn er savninum stórur stuðul og hevur hann tí mikla tøkk uppiborna.
Sum barn av seinra heimsbardaga við atliti til bretsku hersetingina av Føroyum og tey 8 árini í London. har tvey av børnunum, Gunnar Hákun, ið býr í Vendsyssel og Helena, ið býr í Havn, eru fødd  Ian, yngri sonurin, býr eisini í Vendsyssel  hevur hann allarhelst fingið alsk til málið og fólkið í Bretlandi, tí hann er ein sannur bretlandsvinur.
Føðingardagin er hann burturstaddur á vitjan hjá vinfólki, ættarfólki og kenningum í Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og Onglandi.