Finnast hvassliga at Sirið Stenberg og Kristinu Háfoss

Tveir fyrrverandi landsstýrismenn í heilsumálum halda at Kristina Háfoss og Sirið Stenberg renna undan ábyrgd í verkfallinum hjá ljósmøðrunum

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna á heilsumálum, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, renna undan sínari ábyrgd. Tað halda teir báðir fyrrverandi landsstýrismenninir í Heilsumálum, Jóannes Eidesgaard og Hans Pauli Strøm.

 

Og tað halda teir, nú verkfallið hjá ljósmøðrunum harðnar, og ljósmøðurnar taka øll undantaksloyvi aftur klokkan trý seinnapartin í morgin, leygardagin. Teir siga, at heldur enn at standa við sína ábyrgd, hava tær blakað hana yvir á Heðin Mortensen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Jóannes Eidesgaard og Hans Pauli Strøm, sum eisini eru floksfelagir hjá Heðini Mortensen, halda, at nú eiga tær báðar at standa við sína ábyrgd og at syrgja fyri, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur.

 

Sirið Stenberg sendur frágreiðingina um óforsvarligu støðuna frá Landssjúkrahúsinum til løgmans og landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, hvør skal siga, so nú mugu tit taka neyðugu stigini, sigur Jóannes Eidesgaard á Facebook.

 

– Hatta er alt annað enn í lagi. Hatta varð fyrr kallað at renna undan ábyrgd. Sjálvandi skal Sirið standa við sína ábyrgd og taka stig samsvarandi, leggur hann afturat.

 

Hann vil heldur ikki hoyra talan um at fáa Løgtingið at steðga verkfallinum við lóg. Hann skrivar nevniliga: Landsstýrið er annar partur í samráðingunim, so haldið tykkum langt burtur frá at leggja uppí við at inndraga Løgtingið. Farið til borðið og loysið málið Sirið og Kristina.

 

Hans Pauli Strøm heldur á Facebook, at talan er um ábyrgdarleysa undanstøkking so tað munar. Hann vísir á, at tað er Kristina Háfoss, sum hevur ábyrgdina av at fáa eina semju í lag við ljósmøðurnar, tí hetta snýr seg um krónur, og tí heldur hann, at tað líkist ongum at koyra ábyrgdina yvir á landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum.

 
Hann vísir á, at Sirið Stenberg hevur ábyrgdina av heilsuverkinum og lívi og trygd hjá teimum, ið hava brúk fyri heilsuverktænastum. Men hon skjýtir eisini ábyrgdina frá sær, yvir á nýggja landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, leggur hann afturat.


Hann heldur ikki, at landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum kann taka støðu til fíggjarliga stríðsmálið ímillum partarnar, tí tað er bara Kristina Háfoss, sum kann tað.

Hann kann heldur ikki taka støðu til álvarsemið í málinum um lív og heilsu í samband við føðingar á sjúkrahúsinum, tí tað er bara Sirið Stenberg, sum kann tað, leggur hann afturat.