Finnast at umstøðunum í Egyptalandi

- Alt higartil hevur verið ein stór joke, sigur norska stjørnan, Sander Sagosen, um umstøðurnar í HM-endaspælinum.

HM-endaspælið í manshondbólti byrjaði í gjár, tá ið vertslandið, Egyptaland, vann 35-29 á Kili í fyrsta dystinum í kappingini, har fyriskipararnir hava fingið nógva umrøðu eftir at mong meta tað verður gingið ov lætt um korona-tilmælini.

Tveir av leikarunum hjá tveimum av HM-favorittunum, Henrik Møllgaard hjá Danmark og Sander Sagosen hjá Noregi, finnast eisini hvassliga at hvussu alt er farið fram fyrstu dagarnar í Egyptalandi.

- Tað líktist mest einum ritubergi tá ið vit vóru til morgunmat. Tað vóru lið allastaðni, sigur Henrik Møllgaard til danska TV2 Sport.

- Tað vóru eisini onnur lið, sum fingu sær av sama sjálvtøkuborði sum vit. Tað bleiv annars lovað, at tað ikki skuldi henda. Eg vóni bara sjálvandi, at smittan ikki er her og heldur ikki kemur, tí so verður tað lættari fyri okkum, sigur hann víðari.

Les eisini: Kekkia og USA hava tikið seg úr HM

Stóra stjørnan hjá Noregi, Sander Sagosen, tekur undir við donsku verjukempuni, og hann er ikki minni hvassorðaður.

- Tað er ein parodi fyri at siga tað pent. Alt higartil hevur verið ein stór joke, sigur Sagosen í samørðu við norska VG.

- Í gjár vóru vit øll skelkað. Nú snýr tað seg meira um, at vit einki fáa gjørt. Eg veit ikki um man kalla hetta eina bobblu, tí her koma fólk inn og út uttan munnbind, og vit eta øll saman. Tað verður ikki hildið eyga við nøkrum av tí, sum vit fingu lovað, sigur Sagosen víðari.

- Tað er klárt, at man er bangin fyri at blíva smittaður í Egyptalandi. Vit kunnu bara krossa fingrar fyri at eingin verður smittaður, sigur hann.

Trý av norðurlondunum, Noreg, Ísland og Svøríki, skulu spæla í kvøld ímóti ávikavist Fraklandi, Portugal og Norðurmakedónia. Allir dystirnir byrja kl.19.30. Danmark spælir sín fyrsta dyst í annaðkvøld kl.19.30 ímóti Bahrain.