Finnast at avgerðini

Í hesum døgum, nú slíkur ruðulleiki er á nólsoyarleiðini, hava fleri røddir verið frammi og funnist at skilinum. Millum annað Bjarni Djurholm og Heðin Mortensen.

Báðir gera vart við seg í hvassorðaðum lesarabrøvum. Borgarstjórin í Havnar kommunu vil ikki longur finna seg í, at Ternan verður nýtt sum kastibløka millum nólsoyarleiðina og skopunarleiðina.
»...síðan tá hava nólsoyingar runnið gjøgnum trappur, stigar og leytarar á ymsum skipum, sum bara fullfør fólk hava dittað sær at ferðast við. Børn, eldri , fólk við barnavogni og fólk í rullustóli hava havt stórar trupulleikar – vit hava enntá upplivað, at fólk eru hivað umborð við krana! Heilt galið hevur eisini verið við farmi«, skrivar Heðin Mortensen.
Og hann heldur fram:
»Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tryggja hesa farleið. Vit hava t.d. gjørt nýggja ferjulegu og fasilitetir. Men vertin leggja SL og vinnumálaráðharrin í, tí lappaloysnin Ternan verður tikin frá nólsoyingum, hvørjaferð okkurt er galið aðrastaðni«.
Bjarni Djurholm hevur eisini luftað sína meining.
»Tað var undir fyrra ABC-landsstýrinum, at nýtt nólsoyarskip varð fyrireikað og skitsuuppskot lagt fram til kunningar fyri bygdarfólkinum. Nýggja nólsoyarferjan kostaði góðar 40 milliónir krónur, og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggjarár«, skrivar Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm heldur, at tað einasta rætta er at byggiætlanin frá 2007 aftur kemur á skrá, so nólsoyingar fáa nýggja tíðarhóskandi ferju, bert ætlað til farleiðina um Nólsoyarfjørðin.
»Tað er klárt at fara undir projekteringina. Eitt byggiprojekt, sum eisini man koma væl við hjá føroyskum byggismíði. Skal Nólsoyggin mennast, og bygdafólkið annars støðast, so er høvuðsfortreytin, at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin. Tað er burturvið, at nólsoyingar, frá at hava Rituna burturav, nú eru endaðir við einum avloysaraskipi«, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin við ábyrgd av Strandferðsluni.