Finnar vilja ikki rinda skuld fyri onnur lond

Finnland vil ikki rinda meiri skuld hjá øðrum londum, og kemur tað til skarpskeringar, fer landið heldur at taka seg burtur úr evrusamstarvinum.

Tað sigur Jutta Urpilainen, fíggjarmálaráðharri (vm. á myndini), í samrøðu við blaðið Kauppalehti í dag. Hon sigur, at Finnland hevur átikið sær skuld fyri at vera við í gjaldoyrasamstarvinum, og at finnar eru fegnir um at vera partur av hesum samstarvi. Men finnar eru ikki sinnaðir at góðtaka hvat sum helst fyri at vera partur av samstarvinum, sigur Jutta Urpilainen við blaðið.

Hon vísir á, at Finnland er eitt av teimum fáu ES-londunum, sum hevur bestu kreditmeting, AAA, men at landið hevur ikki hug at taka á seg ábyrgd fyri onnur.