Seniorráðgevin hjá Deutsche Bank, Thomas Mayer, sigur í eini samrøðu við svenska blaðið, Dagens Industri, at hann væntar, at alsamt fleiri sterk lond fara at sleppa sær úr evrusamstarvinum, um hetta samstarv verður ov politiskt.
Fleiri lond vilja hava eitt harðari gjaldoyra og kunnu tí hugsast at vilja fara úr samstarvinum. Millum londini, Mayer nevnir í samrøðuni, er Finnland, sum hann sær sum eitt av teimum fyrstu, ið siga evruni farvæl.
Finnland er ikki við í bjargingarátøkunum í evrulondunum og krevur trygd fyri allar pengar, landið letur til bjargingarpakkar og líknandi, heldur Thomas Mayer.
Um evrusamstarvið heldur fram, sum tað ger nú, fara fleiri lond at sleppa sær úr samstarvinum, sigur hann.










