Tjóðartingið í Finnlandi samtykti í dag at broyta landsins stýrisskipan, soleiðis at valdið hjá forsetanum verður skert. 118 tinglimir atkvøddu fyri broytingini, og 40 atkvøddu ímóti.
Ein tann størsta broytingin er, at nú kemur at standa í stýrisskipanini, at forsætisráðharrin er formliga umboð landsins í ES-høpi. Við øðrum orðum fær forsetin minni at siga í uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Yvirhøvur geva broytingarnar stjórnini størri vald.
Hetta er aðru ferð, at tjóðartingið hevur samtykt broytingarnar, og tær koma sostatt í gildi nú.
Tarja Halonen, forseti, hevur fyrr funnist at uppskotinum, tí tað eftir hennara áskoðan hevði skaðiliga ávirkan á tað støðuga í finskum uttanríkispolitikki.










