Finska fótbóltssambandið og finska liðið Turku krevja nú umdyst, tí teir halda talan var um avtalað spæl í dystinum í gjár.
Fleiri norðurlendskir miðlar skriva í dag, at finska fótbóltssambandið og finska liðið Turku krevja, at nýggjur dystur verður leiktur millum finska liðið og Víking.
Teir leggja nú ákæru fram um, at talan er um avtalað spæl. Orsøkin er, at 370.000 evrur vóru í umfar á veddingarfyritøkuni Betfair. Tað var serliga veddimálið um, at bæði liðini fóru at skora, sum áhugi var fyri. Tá ið aðrir líknandi dystir vera leiktir, eru vanliga nakrar fáa túsund evrur í umfar á síðuni. Tískil tykist tað undrunarvert, at júst hesin dystur hevur vakt so stóran ans á veddingarheimasíðuni.
Samstundis dømdi dómarin tvey brotsspørk, sum vóru ógvuliga ivasom, og tískil er dómarin í dystinum, Andranik Arsenjans, nú undir illgruna fyri at hava borið seg órættvíst at í dømingini.