Ein broyting í lógini er, at fólk skulu hava fylt 20 ár fyri at keypa sær vápn, og tey hava ikki loyvi at brúka vápnið, fyrr enn tey hava verið á skeiði hjá serligum skjótilærarum. Harafturat áleggur tann nýggja lógin starvsfólki í heilsuverkinum og herinum at siga myndugleikunum frá, um tey koma fram á onkran, sum eftir teirra tykki ikki er egnaður at hava vápn um hendi.
Í Finnlandi er tað rættiliga vanligt at eiga vápn, og samanborið við fólkatalið eru tað fá lond, sum hava so nógv vápn. Myndugleikarnir vísa tó á, at herskyldan ger sítt til tað stóra vápnatalið, og harafturat eru veiðimenninir rættiliga nógvir í tali.
Í november í 2007 skjeyt ein 18 ára gamal studentaskúlanæmingur átta fólk í skúlanum í býnum Jokela nakað norðan fyri Helsinki. Aftaná skjeyt hann seg sjálvan. Minni enn eitt ár seinni skjeyt ein 22 ára gamal kokkanæmingur tíggju fólk í einari skúlastovu í býnum Kauhajoki, áðrenn hann skjeyt seg sjálvan.
Men tað eru ikki bara ungfólk í Finnlandi, sum brúka vápn. Í 2009 skjeyt ein maður í 50' árunum fýra starvsfelagar hjá fyrrverandi unnustu síni í einari handilsmiðstøð í Helsinki. Frammanundan hevði hann beint fyri fyrrverandi unnustuni við knívi.









