Men við tveimum málum frá Teemu Pukki tryggjaði Finnland sær sigurin móti grannatjóðini.
Fyrra málið hjá finnlendingum kom, tá tjúgu minuttir vóru eftir at leika, og tá tíggju minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, skoraðu teir til 2-1.
Finnland vann annars bara ein dyst í innleiðandi bólkaspælinum, og tað var dystin ímóti Føroyum. Annars spældu teir javnt í móti finalistunum Danmark og taptu fyri íslendingum, sum okkara U17-landslið so flott vann á hósdagin í farnu viku.