Finnar drekka nógv kaffi

Næstan ein av hvørjum hundrað kaffibønum, sum verða framleiddar í heiminum, endar í Finnalndi.

Næstan ein av hvørjum hundrað kaffibønum, sum verða framleiddar í heiminum, endar í Finnalndi.

At finnar drekka meira kaffi enn tey flestu, verður nú váttað av hagtølum, tí tey siga, at finnar hvørt ár drekka 12 kilo av rákaffi.

Til samanbering kann nevnast, at italienarar, ið eru kendir fyri at elska kaffi, bara drekka 5,7 kilo í part, og í Spania er nøgdin bara 4,5 kilo.

Hinvegin bendir alt á, at finsku kaffimunnarnir hava nátt hæddirnar, tí kaffidrekkingin í Finnlandi veksur ikki meira, og tað hevur hon heldur ikki gjørt í nøkur ár.