Tað er lagt upp til nógvar spennandi løtur, tá ið Svimjihøllin í Gundadali hósdagin til leygardagin 9. til 11. mai 2013 verður karmur um ársins Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu í svimjing.
Kappast verður um Juniormeistaraheitini um morgunin og Føroyameistaraheitini um kvøldið.
Pál Joensen er størsti profilurin á stevnuni, nú hann nærkast sínum 100. heiðursmerki á Føroyameistarastevnu. Hann er tilmeldaður í 15 einstaklingakappingum og fer væntandi at røkka hesum 100. heiðursmerki á júst hesi stevnu. Um liðsvimjararnir verða taldir við, so eru tey 100 longu rokkin hjá honum.
Afturat honum er fleiri aðrir svimjarar, sum hava tikið seg nógv fram í seinastuni. Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag er sterkur serliga í blandaðari svimjing og bringusvimjing, meðan liðfelagin Óli Mortensen er serliga góður á teimum langu fríteinunum. Poula Ø. Mohr setir met í blandað og firvald, meðan tær báðar Birita Debes og Astrið Foldarskarð skara framúr á teimum stytru rygg- og firvald- og frí-teinunum. Harafturat eru eisini onnur, sum í seinastuni hava svomið avbera gott, upp í móti og betri enn bestu føroysku tíðir nakrantíð.
Tilsamans fara eini 25 mans og 36 kvinnur komandi tríggjar dagarnar at dystast um at vera best innan føroyska svimjing.
Kringvarp Føroya sendir sum nevnt beinleiðis frá finalunum frá klokkan 17 til 19 hvønn dag, og hartil ber til at fylgja við úrslitunum beinleiðis á livetiming.dk. Heimasíðan svimjing.com fylgir sum vanligt neyvt við gongdini á FM og JM við myndum og varping frá serliga juniorkappingini um morgunin.









