Badmintonsamband Føroya er í hesum døgum vertur fyri eini venjingarlegu har fremstu ungdómsleikarar í Føroyum, Íslandi og Grønlandi taka lut. Tilsamans 24 leikarar og 9 venjarar hava alla vikuna vant saman undir leiðslu av dugnaliga danska badmintonvenjaranum Bjarne Nielsen, ið annars til dagliga er leiðari av Top-Direct Badmintonakademinum í Hillerød.
Legan er partur av eini størri verkætlan hjá evropeiska badmintonsambandinum, har endamálið er at menna badmintonítróttina kring alt Evropa.
Legan endar við eini stórari kapping um vikuskiftið ?North Atlantic Open 2010?, har høvi verður at finna fram til sterkastu ungdómsleikarar í norðuratlantshøvum 2010. Leikt verður í aldursbólkunum U13, U15 og U17 har vinnarar verða funnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Lagt verður til brots við innleiðandi dystum leygarmorgunin kl. 9.00 har U13 leikar í Badmintonhøllini í Havn meðan U15 og U17 leika í Høllini á Hálsi. Sunnudagin verður so stórur finaludagur í Høllini á Hálsi, har allir vinnarar verða funnir í ymisku aldursbólkunum. Finalurnar byrja kl. 14.00, og øll eru vælkomin niðan at hyggja og stuðla okkara leikarum.