Finna stjóra til størsta arbeiðspláss í Føroyum

Nú skal stjóri finnast til Almannverkið, sum umfatar 1.700 starvsfólk

Nú skal størsta arbeiðspláss í Føroyum hava nýggjan stjóra.

 

Her á in.fo og í Sosialinum, sum kemur á gøtuna nú um vikuskiftið, søkir Almannamálaráðið nevniliga eftir nýggjum stjóra til Almannaverkið, sum fevnir um heili 1.700 starvsfólk.

 

Nýggi stjórin verður settur fyri Petru Johnsdóttir Joensen, sum fór frá fyrr í ár. 

 

- Almannaverkið er ein av hornasteinunum í føroysku vælferðarskipanini, og tørvur er á einum dugnaligum og ábyrgdarfullum stjóra við fakligari barlast á høgum støði og røttu persónligu eginleikunum, sigur Almannamálaráðið.

 

Ein partur av starvinum verður at taka sær av dagliga leiðsluni á stovninum. Stovnurin er ein samanrenning av Almannastovuni og Nærverkinum sum eru løgd saman og ein partur av arbeiðnum hjá nýggja stjóranum verður at halda fram við tilgongdini at fullfíggja samanleggingina

 

- Harumframt eru stórar broytingar í gongd á veg á økinum við tað, at øll eldrarøktin verður løgd undir kommunurnar at umsita.

 

 Málið við Almannaverkinum er, at øll, ið hava tørv á hjálp, skulu hava eina fatan av, at tey hava eina hurð -eitt stað- at venda sær, sama hvørji ørindi teirra hjá Almannaverkinum eru.

 

- Høvuðsendamálið er í størst møguligan mun at hava umsorgan fyri teimum veikastu í okkara samfelagi.

 

- Ovasti leiðarin fyri Almannaverkið skal tí vera álítandi, ganga á odda og vísa opið samskifti bæði úteftir og inneftir, megna at seta í verk fyriskipanir, umframt hava evnini at handfara fjøltáttað virkisøki, eisini tá tilfeingið er avmarkað.

 

Almannamálaráðið sigur, at tað hevur stóran týdning, at nýggi stjórin hevur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegnið at savna leiðarar og starvsfólk um arbeiðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum.