Løgtingskvinnan Katrin Dahl Jakobsen er í hesum døgum stødd í New York, har nógv verður gjørt burturúr ársdegnum fyri yvirgangsatsóknirnar hin 11. september í fjør.
Vit ringdu Katrina upp í hotellið sínum í New York. Samrøðan er gjørd 11. september um eitt tíðina lokala tíð í New York.
Katrin sigur sjálv úr New York, at sera nógv verður gjørt burturúr, og allar sjónvarpsrásir senda at kalla bert um 11. september, og sum heild er allur býurin og fólkini nógv merkt av ársdegnum
?Eg siti við einum blaði í hondini. Tað er ein útgáva av New York Times, sum er gjørd í samstarvi við borgarstjóran(Michael R. Bloomberg, blðm.) og governørin (George E. Pataki, blðm.)
Tað eru bólkar innanfyri mentanina og listina úr øllum býarpørtum, ið verða umrødd í útgávuni av blaðnum. Ein rúgva av mentanarligum tiltøkum verða hildin í øllum býarpørtum.
Mentanin og listin eru líkasum karmurin um hetta minningarhaldið. Borgarstjórin og governørurin skriva í blaðnum, at list og mentan hevur fingið fólk at hugsa og kann eggja fólki. Gjøgnum søguni hevur mentan og list givið fólki íblástur, troyst og vón, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
?Tað, sum tað verður lagdur dentur á, sær tað út til í greinini hjá borgarstjóranum og governørinum, er, at fyrireikingarnar ikki eru av handilsligum slag. Tiltøkini eru í døgunum 7. til 15. september. Øll hesi mentanarligu tiltøkini,t.e. konsertir, framsýningar o.a. eru opin fyri øllum og ókeypis. Hetta skal hjálpa fólki til at minnast aftur og eisini til at taka lut í arbeiðinum at hjálpa býnum fram á leiðini ? og so stóltleika, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Tøgn
Sjálvurin dagurin 11. september verður hildin við einari longri røð av tiltøkum og haldum.
?Dagurin byrjaði heilt tíðliga við skrúðgongum við sekkjapípum og annað úr øllum fimm býarpørtum,t.e.. Bronx, Queens, Manhattan, Brooklyn og Long Island. Hesar samlaðust so allar við staðið, har World Trade Center var. Hetta staðið verður nú kallað fyri Ground Zero, greiðir Katrin Dahl Jakobsen frá.
?Kl. 8.46, tá flogfarið rakti tað norðara tornið, t.e. tað fyrra tornið, ið varð rakt, var tøgn eina løtu um allan býin. Síðani fóru tey undir at lesa øll nøvnini á teimum, sum doyðu orsakað av yvirgangsatsóknunum í fjør(2.801 fólk, blðm.), greiðir Katrin frá.
Sjálv var Katrin stødd saman við donskum ST-fólki ta løtuni, ið tøgn var.
?Kl. 10.29 hoyrdi man kirkjuklokkur ringja um allan býin. Hetta var tá tað flogfari rendi á hitt tornið, sigur Katrin Dahl Jakobsen úr New York.
?Í kvøld, t.e. mikukvøldið, kl. 19.15 til 21 verða ljós tendraði. Øll fólk verða biðin um at luttaka. Øll tiltøkini ganga útfrá teimum fimm býarpørtunum, har tað so er eitt samlingsstað í hvørjum býarparti. Hetta verður so sjónvarpað beinleiðis frá teimum fimm støðunum, greiðir Katrin frá.
Við forsætisráðharranum
Hvørji tiltøk hevur tú verið við til og hvørji fert tú at luttaka í?
?Í morgun hava vit verið inni í donsku missiónini saman við forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, og uttanríkisráðharranu, Per Stig Møller.
Har høvdu vit so tøgn í ein minutt. Tann løtan var týðuliga merkt av, at man hevði ringt við at tosa um hetta her. Har varð einki sagt. Hvørki uttanríkisráðharrin ella forsætisráðharrin søgdu nakað, sigur Katrin.
Tann danska delegatiónin telur níggju fólk hesar dagar í New York.
Uttanfyri ST-bygningin var eisini skipað fyri einum hátíðarhaldi. Tað eydnaðist Katrini og hinum dønunum, ið vóru har fyri fyrstu ferð at luttaka, hóast tað var trupult at fáa neyðuga trygdarloyvið.
?Trygdartiltøkini vóru nógv herd kring ST-bygningin. Har var hópur av hermonnum og øðrum trygdarfólki. Bush forseti hevur givið boð, at trygdarviðurskiftini skulu vera á ?orange alert? ella á hægsta stigi, greiðir Katrin frá.
Strongu trygdarviðurskiftini gera, at Katrin sjálv ikki er sloppin inn í ST-bygningin, og døttur hennara, Edith, sum er við mammu sínari í New York, sleppur heldur ikki inn á økið við ST-bygningin.
Restina av degnum hevði Katrin frítt program, so hon dótturin kundu gera sum teimum lystir.
Dagin eftir ? hósdagin ? skuldi Katrin á fund við forsætisráðharranum. Hon skuldi eisini lurta eftir Bush, men roknaði ikki við at møta amerikanska forsetanum.
Ikki líkaglað
Hvussu kennist tað at luttaka í einum sovorðnum degi/hátíðarhaldi?
?Tað er rørandi. Kanska serliga, tá tú fært eitt sovorðið blað í hondina, har øll verða tikin við, sigur Katrin
?Hetta eigur at læra okkum, at man ikki bara skal vera líkaglaður, sigur Katrin Dahl Jakobsen úr New York.
Katrin letur annars heilsa øllum í Føroyum og sigur, at hon og dóttirin hava tað gott.










