Tann, sum verður kosin ”Ársins Fyrstahjálpari 2011” fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava veitt kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
- Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara 2011, men eisini at eggja øðrum at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast, verður sagt úr Reyða Krossi.
Politi, bjargingarfeløg, skaðastovur, brandlið, virkir, stovnar og einstaklingar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya.
Ætlanin er at tilnevna ”Ársins Fyrstahjálpara 2011” mánadagin 20. februar.