Tað eru nøkur húski mitt á Tvøroyri, sum ikki sleppa heim til sín sjálvs at sova í nátt, tí tey búgva í økinum, sum framvegis er lýst vandaøki í sambandi við eldsbrunan á Varðanum Pelagic í dag.
Tað sama ger seg galdandi fyri tey, sum gista á hotellinum mitt í býnum, tí tað er eisini í vandaøkinum, sum er eitt øki sum er 300 metrar rundan um virkið.
Í allan dag hevur alt økið nærri enn ein kilometur frá virkinum verið lýst vandaøki, men klokkan 22 í kvøld varð økið minkað til eitt øki, sum er 300 metrar rundan um virkið.
Tvøroyrar býráð hevur útvega hotellgestunum innivist í einum húsum í Trongisvági og men kommunan tryggjar eisini hinum, sum búgva í økinum innivist.
Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri, sigur, at nógv eru farin til skyldfólk og vinfólk, sum búgva uttanfyri vandaøki, at gista, men at kommunuan eisini útvegar fólki, sum býr í vandaøkinum, innivist
Tey, sum hava tørv á innivisti, kunnu ringja nummar 284480, nummar 214614, ella nummar 22109, upplýsir Tvøroyrar býráð.
Hevur nakar brúk fyri sálarfrøðingi, fæst eisini hjálp til tað á numrunum omanfyri
Tey siga, at fólk skulu ikki vænta, at støðan broytist í nátt, men vilja fólk í vandaøkinum sleppa heim eftir ymsum, tey hava brúk fyri í nátt, ber tað til, men heitt verður á tey, sum at sleppa sær úr vandaøkinum aftur, sum skjótast.
Yvirlit yvir øki, sum framvegis er vandaøki, sæst HER
Orsøkin er, at tað framvegis lekur ammoniakk úr skipanini á virkinum, og tað er lívshættisligt, sigur býráðið.