ÓLAVUR Í BEITI
Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður sagt at arbeiðsgevarar og fakfeløg fara nú at skipa fyri arbeiðsmarknaðardegi, og verður sagt, at aðalmálið við arbeiðsmarknaðardegnum er, at arbeiðsgevarar og fakfeløg taka eitt felagsmál til umrøðu og lýsa tað so gjølliga, at báðir partar kunnu verða samdir um stavnhaldið frameftir.
Og fyrsta umrøðuevnið á hesum arbeiðsmarknaðardegi tann 28. januar í nýggja árinum eru sáttmálasamráðingar, og endamálið er í felag at kunna finna fram til ein betri og møguliga annan samráðingarhátt enn tann, sum higartil hevur verið nýttur.
Í fyrireikingarbólkinum sum settur er sita fyri Fíggjarmálstýrið Olaus Jespersen, fyri Starvsmannafelagið Anna Johannesen, fyri Føroya Arbeiðarafelag Ása Andreasen, og fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag Bjørgfríð Ludvig.
? Á degnum verða m. a. framløgur frá ávísu feløgunum um, hvat tey halda um verandi samráðingarhátt, og hvussu samráðingarhátturin kann skipast betri. Tað verða væntandi tveir útlendskir røðarar, umframt John Rajani, semingsmaður. Bólkaarbeiðið verður eisini á fundinum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum.
Fakfeløg og arbeiðstakarafeløg verða kunnaði um dagin við skrivi umleið hálvan desember.