Finna loysn við tryggingina

Tað sigur Heini Eysturoy, ein av trimum eigarum, ið fyrrapartin vóru og hugdu eftir bygninginum

Bygningurin, har Bilhjálp helt til, er ogn hjá fýra systkjum, millum onnur hjá Heina Eysturoy.
Nú er alt so nýtt, men eg rokni við, at vit saman við tryggingini fara at finna eina loysn, hvat frægast er at gera, sigur Heini Eysturoy.
Hann sigur, at upprunaliga var bygningurin brúktur sum snikkaraverkstað.
- Síðani var Wenzel Petersen í bygninginum, og nú var so Bilhjálp inni her, sigur Heini Eysturoy.
Bróðurin, Herman Eysturoy, hevur Gravarhjálp í bygninginum niðan fyri, har hann eitt nú hevur kistur á goymslu.
- Har sær út til, at alt er í lagi í tann mun, at streymurin kom frá nú niðurbrenda bygninginum, men annars sær út til, at einki er hent teimum hølunum, sigur Heini Eysturoy.
Teir fara kortini at halda eyguni við bygninginum hjá Gravarhjálp, um tað skuldi víst seg, at onkur leki er uppstaðin.
- Tað kann jú henda, at okkurt skavank er komið á hølini hjá Gravarhjálp, sigur Heini Eysturoy.
Hann er í løtuni ikki greiður um, hvat fer at henda við niðurbrenda bygninginum.
- Bygningurin liggur uprunaliga í bústaðarøki, so spurningurin er, hvat loyvi fæst til. Men eitt kollegium hevði avgjørt verið ein møguleiki, men tað krevst sjálvandi fíggjarlig hjálp, um tað skal henda, sigur Heini Eysturoy.
Hvør loysnin enn verður, er neyðugt, at hon verður gjørd í samráð við tryggingina.