Mjólk
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fleiri ferðir seinastu tveir mánaðirnar hava fólk upplivað, at mjólkin spillist áðrenn seinasta søludag. Hetta ein trupulleiki, tey vita av hjá MBM.
Øyvind Hentze, virkisleiðari hjá MBM, sigur, at teir hava fingið serfrøðingar úr Danmark til Føroyar at staðfesta trupulleikan, og hava teir havt so at siga alt virkið sundurskrúvað og hava kanna hvønn krók.
Men enn er trupulleikin við at mjólkin spillist ov tíðliga, ikki staðfestur.
Trupulleikin er ikki umfatandi, men Øyvind Hentze greiðir frá, at av 30 framleiðslum av mjólk, sum teir pakka um vikuna, vísir tað seg at vera ein, sum kiksar aðru hvørja viku.
Hann sigur eisini, at tey hava tikið stig til at betra um hetta, og hava tey millum annað lækkað seinasta søludag á mjólkini. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki loyst trupulleikan við mjólkini.
Summir pakkar eru enn spiltir, áðrenn seinasti søludagur er farin.
Øyvind Hentze greiðir frá, at mjólkin er púra frísk at byrja við, men at tá seinasti søludagur nærkast, kann tað koma fyri, at mjólkin smakkar illa og er spilt.
Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men tað er ikki til at vita, nær teir finna trupulleikan.
Um fólk fáa ein slíkan pakka í hendi, sum er spiltur áðrenn seinasta søludag, skulu tey ikki koyra hann vekk, men fara aftur til keypsmannin, har tey hava keypt mjólkina, so fáa tey nýggja og fríska mjólk.