Sjálvandi eru brotsmenninir ikki funnir, sum gjørdi herverk á bilarnar hjá Sea Shepherd, hóast løgreglan hevur sæð vevmyndir, sigur Paul Watson.
Í Føroyum eru eingir hvalir dripinir. Tað skrivar Paul Watson á sínum facebookprofili – sum um orsøkin til tess er, at fólk frá Sea Shepherd eru í Føroyum. Hinvegin skrivar hann enn einaferð, at herverk er gjørt á bilar hjá Sea Shepherd á parkeringsplássi hjá løgregluni, sum eisini eru undir eftirliti av vevmyndatólum.
– Men sjálvandi eru eingir brotsmenn eyðmerktir, skrivar hann – ikki sørt sarkastiskur.
Hann skrivar víðari, at bátar hjá Sea Shepherd halda vakt á sjónum, og fólk frá Sea Shepherd standa á varðhaldi á strondunum.
Sea Shepherdfólkini í Føroyum skriva, at tey hava havt ein vátan mjørkadag í Føroyum.
– Men tað leggur ongan dempara eldhugan hjá okkum í Operation GrindStop. Vit eru her, og vit eru klár, skriva tey, meðan tey tolin bíða eftir fyrstu grindini.