Um úrslitini í innanhýsis uppgerðunum millum TB og NSÍ skulu nýtast at meta út frá, so er tað lítið sannlíkt, at talan verður um málríka uppgerð, tá ið hesi bæði liðini seinnapartin hittast í Trongisvági.
NSÍ vitjaði við Stórá 28. mars, tá ið 3. umfar var á skránni, og úrslitið var 0-0. TB vitjaði við Løkin í Runavík 2. juni, tá ið 12. umfar var á skránni, og aftur tá var úrslitið 0-0.
TB er undir niðurflytingarstrikuni. Kærkomni sigurin í Klaksvík kveikti bjartar vónir, um at tað enn eina ferð skal eydnast at sleppa undan niðurflytingini soleiðis, sum tað eydnaðist í fjør. Í tí sambandi var tapið í Sørvági síðsta sunnudag skot fyri bógvin.
Nú er TB aftur á heimavøllinum við Stórá. Seinastu ferðirnar hevur tað ikki roynst so væl har. Tríggjar tær seinsatu ferðirnar hevur TB tapt á heimavølli ímóti trimum teimum ovastu – ÍF, HB og EB/Streymi. Síðsti heimasigurin var 28. mai ímóti 07Vestur – 2-0.
Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í dag, so lyftir TB seg upp um KÍ og niðurflytingarstrikuna.
Síðani Heðin Askham tók ábyrgdina fyri NSÍ á seg, hevur liðið verið flúgvandi. Inntil mikukvøldið, tá ið tað endaði við 5-1 tapi ímóti EB/Streymi við Margáir eftir 1-1 í hálvleikinum.
-Vit mugu gloyma 2. hálvleik mikukvøldið og hyggja frameftir, sigur Heðin Askham.