Ein lesari okkara leitar eftir modelskipi, sum kongur fekk í 70 ára føðingardagsgávu úr Føroyum í 1969.
Men gávan er ikki at finna. Søgan er tann, at ein lesari okkara, sum arbeiðir við eini verkætlan, har tørvur er á at lesa gomul bløð, kom herfyri fram á ein Sosial frá 12. mars 1969. Har skrivar blaðið um gávur, sum Føroya Løgting og Føroya Landsstýri góvu Fríðriki IX kongi í 70 ára førðingardags gávu.
Gávurnar vóru model av einum áttamannafari, einum modelli av Westward Hoo og einum modelli av hekkutrolaranum, Stellu Kristinu.
Lesarin hevur vent sær til Ríkisumboðið í Føroyum fyri at fáa greiðu á, hvar modellið av Stellu Kristinu er í dag.
Svarið er eftir hansara meting sera undrunarsamt. Ríkisumboðið sigur, at tey finna ikki skipið í arkivum hjá kongshúsinum og heldur ikki á Søfartsmuseet í Helsingør ella á Amalienborgmuseet
Í svari sínum sigur Ríkisumboðið soleiðis:
– Rigsombuddet har i dag modtaget svar fra Kongehuset vedrørende din forespørgsel angående modelskibet af den færøske sterntrawler Stella Kristina, som blev skænket som gave til Kong Frederik IX i anledning af dennes 70 års fødselsdag i 1969.
– Kongehuset meddeler, at det ikke har været muligt at lokalisere modelskibet efter at have været kongehusets arkiver igennem samt været i kontakt med Jagtkaptajnen, Søfartsmuseet i Helsingør og Amalienborgmuseet.









