Eins og undanfarin ár er fornfrøiligur útgrevstur aftur byrjaður heima á Sandi. Fornminnisavnið fer hesa ferð at grava í nýggja kirkjugarðinum, skrivar bkv.fo. Í fjør bleiv grivið niðri á bakkanum og á Sondum.
Írar eru komnir hendanvegin at hjálpa, og skulu vita um teir finna eitthvørt frá fornari tíð. Lutir frá øðrum útgrevstrum heima á Sandi eru funnir, og onkrir av teimum eru at síggja á kommunuskrivstovuni í bygdini.
Símin Arge frá Føroya Fornminnisavn er spentur uppá hendan útgrevsturin ið byrjaði fríggjdagin.
Á myndni sæst maskinan hjá Finnleivi Fagradal grava omanav. Uttan iva verður meiri at frætta um hendan grevsturin seinni.