Finna Føroya feitasta nýggja bólk

Nú ber til at melda seg til Sement, sum Margarinfabrikkin skipar fyri. Tvey innleiðandi umfør verða í Perluni 28. og 29. januar, finalan verður í Sjónleikarhúsinum 5. februar. Í fjør var tað doom-metal bólkurin Hamferð, sum vann kappingina og kann sigast at bólkurin hevur verið sera virkin síðan tá. Lagið »Opið Hav«, lá á fyrsta plássi á 15 teimum bestu í tríggjar vikur og bólkurin spældi á Ólavsøkukonsertini, Summarfestivalinum og á G! Festivalinum við sera góðari undirtøku, og fingu millum annað fýra út av fimm frá heimsins kendasta rokk/metal blaði Kerrang! fyri sína konsert á G! Nú er bólkurin klárur við síni fyrstu útgávu »Vilst er síðsta fet« sum kemur út 16.desember.

 

Reglur: Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir tvey egin løg og allar genrur eru loyvdar.

 

Tríggir bólkar sleppa víðari frá hvørjum umfari og til finaluna vera 6 bólkar, sum fara at kappast um heitið, at vera Føroya besti nýggi bólkur.

 

Send navn á bólki, lítið bio og kontaktinfo til sement@fabrikkin.fo innan 24. januar 2011.