Finna eingi prógv um rúsevnisneyðtøkur

Úrslitini av kanningunum í Danmark vístu eingi spor til rúsevni.

Einki meiri verður gjørt í málinum, har fleiri kvinnur seg hava verið rúsaðar og neyðtiknar í býnum. Orsøkin er, at løgreglan ikki finnur nøkur prógv fyri, hvat er hent.

 

Sosialurin skrivaði í vár um at fimm kvinnur seinastu tíðina hava verið hjá løgregluni og sagt frá, at tær halda, at onkur hevur gjørt seg inn á tær í náttarlívinum.

 

Tær høvdu illgruna um, at onkur hevði koyrt okkurt í drykkin hjá teimum og síðani gjørt seg inn á tær, tá tær mistu vitið.

 

Løgreglan hevur sent hárroyndir og annað til kanningar í Danmark, men nú úrslitini frá kanningunum eru komin aftur, eru eingi prógv fyri, at kvinnurnar vóru rúsaðar, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

 

Tí verður í fyrstu atløgu ikki gjørt meiri við málið.

 

Hildur Hentze greiddi Sosialinum frá, at slíkar hendingar eru sera torførar at prógva, tí rúsevni fordampar beinanvegin úr bæði glasinum og kroppinum. Ein lítil møguleiki var fyri, at tað verður goymt í hárinum, men nú vísa kanningarnar, at so er ikki.