Finna bestu sangararnar

Leygarkvøldið er finalan í FM í karaoke

Um vikuskiftið skulu bestu karaokesangararnir í Føroyum kjósast.

 

Hetta verður leygarkvøldið, tá FM í karaoke er á skránni í Glitnir.

 

Seinastu trý vikuskiftini hevur KWC Føroyar skipað fyri undankappingum í FM í karaoke. Kappingarnar hava verið hildnar á Tvøroyri, Klaksvík og Tórshavn.

 

Í undankappingunum er funnið fram til teir persónarnar, ið leygarkvøldið skulu kappast í finaluni.

 

Ein mannligur og ein kvinnuligur vinnari skulu kjósast, og samstundis sleppa báðir vinnararnir til Finnlands seinni í heyst, tá heimsmeistaraskapið í karaoke er á skránni.

 

Tey, ið eru komin í finaluna og skulu kappast keygarkvøldið, eru Birita Poulsen, Kenneth Jørgensen, Paula Danielsen, Mikkjal H. Helmsdal, Christina Eirksen, John-Reid Nybo, Margit Joensen og Kristian Johannesen.