Í morgin verður skipað fyri føroysku finaluni í altjóða støddfrøðikappingini Pangea, tá 24 næmingar úr øllum landinum savnast í Eysturskúlanum.
Teir 24 næmingarnir eru komnir í finaluna aftaná eitt undanumfar har 424 næmingar úr 16 ymiskum flokkum, ið umboða seks skúlar kring landið luttóku.
- Kappast verður frá 3. til 9. klassa, men næmingarnir kappast einans við næmingum frá sínum egna klassastigi. Sostatt fáa vit í morgin føroyameistarar í 7 ymiskum aldursbólkum, sigur Ugur Kevioglu, ið saman við Jacob Eli Olsen, skipar fyri kappingini.
Pangea er ein kapping, ið upprunaliga byrjaði í Týsklandi, men sum seinastu árini hevur spreitt seg til 20 ymisk lond kring Evropa. Talan er um næsta árið at skipað verður fyri kappingini í Føroyum.
- Endamálið við kappingini er at gera støddfrøði stuttligt fyri næmingar, at samla og eggja næmingar til at fáast við støddfrøði, at byggja brýr millum næmingar, at spreiða vitanina av støddfrøði og náttúrufakum, at stuðla lærarum í teirra arbeiði, at styrkja trúnna hjá næmingum á teirra egnu evnir og at skipa fyri tiltøkum millum skúlar.
Ugur Kevioglu fegnast yvir, at næmingar hava tikið so væl móti kappingini.
- 424 næmingar hava luttikið í kappingini, og er tað umleið 10 prosent av øllum næmingunum í fólkaskúlanum. Tað er ein góð byrjan, og vónandi verður undirtøkan uppaftur betur.
Enn er Føroyar ein partur av donsku kappingini, men er tað nakað, ið fyrireikararnir ynskja at broyta næstu ferð.
- Føroysku úrslitini verða sammett við donsku úrslitini, og sleppa føroyingar so møguliga víðari til donsku finaluna. Men ætlanin er, at næsta ár verður Føroyar eitt egið land í Pangea høpi, sigur Ugur Kevioglu.
Finalan í Pangea verður í Eysturskúlanum klokkan 12 í morgin.










