Finn tríggjar feilir

Forvitnislig mynd hongur í B36-húsinum.

Millum mongu myndirnar av gomlum liðum, ið hanga í B36-húsinum hongur eisini hendan.

 

Myndin er av einum pinkulingaliði hjá B36 í 1986. Nøvnini standa undir myndini og fleiri teirra eru væl kend, bæði innan fótbóltsheimin og tónleikaheimin.

 

X-Faktor-Sveinur, Dánjal á Neystabø og Halltórur Dam valdu guitara og sang framm um fótbóltin.

 

Men tað mest merkisverda er kanska, at ikki minni enn tríggir mans, ið hava verið málmenn í bestu mansdeildini eru á myndini - men eingin teirra er málmaður á liðnum. Tróndur Vatnhamar, René Tórgarð og Magnus E. Poulsen spældu allir á liðnum, men tað var Leif Mikkelsen, ið var málverji.

 

Aftast frá vinstru: Kenneth, Jákup á Borg, Tróndur Vatnhamar, Bárður Olsen, Kim Wickmann, René Tórgarð og Halltórur Dam.

Fremst frá vinstru: Magnus E. Poulse, Finn Mørk, Leif Mikkelsen, Sveinur Olsen og Dánjal á Neystabø.